Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út teknmálsbók og fløgu, nevnd Tekn til børn, sum er ætlað børnum, foreldrum, pedagogum og øllum teimum, sum tørva eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu hava samskifti við fólk, ið eru tunghoyrd ella eru deyv. men bókina kunnu tey eisini nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið onkursvegna skulu brúka tekn.
Heri Jacobsen hevur týtt bókina. Edny Poulsen hevur tillagað fil føroysk tekn og útvegað serføroysk tekn. Serføroyskar tekningar hevur Janus Dam Guttesen teknað.