Tekjan reiv á Kristnastovu

Í nógva vindinum í morgun reiv tekjan av Kristnastovu í Gongini í Havn. Nakrar takplátur fuku millum húsini í gomlu Havnini

Einar seks aluminiumstakplátur á sunnara kvistinum á Kristnastovu í Gongini í Havn rivu í nógva vindinum í morgun.

Í Gongini er tiltikið veðurgott, men tá hann er so lágur í ættini, sum hann hevur verið síðstu dagarnar, liggur vindur beint niðan gjøgnum Gongina, og har fekk vindurin so fatur undir takpláturin á kvistinum á Kristnastovu, sum vendir beint upp í ættina.

Pláturnar fuku í vindinum millum húsini á Doktaragrund og niðan gjøgnum Gongina - eftir øllum at døma uttan at gera skaða.

Sløkkiliðið varð boðsent, og við stóra stigabilinum fingu menn frá Sløkkiliðnum bjargað tekjuni soleiðis, at skaðin ikki gjørdist størri.

Í Kristnastovu húsast Heilsusystrarnar og Rættarhjálp Føroya.

Hyggið eftir fleiri myndum á MYNDATEMA (Trýst her!)