Mekanik íRunavík misti tekjuna í tí nógva vindinum í morgun Øll tekjan er farin omanav og er fokin niðan til timburdeildina hjá BORG, og nú verður roynt at bjarga tí, sum bjargast kann.
Tað var um sjeytíðina í morgun at nógvi vindurin reiv tekjuna av bygninginum hjá MEKANIK í Runavík. Tekjan fór øll, sum hon var, niðan um vegin og hevur brotið seg inn á grannarnar.
Tey hjá MEKANIK royna nú at bjarga innbúgvi og vørum undir tak. Ein undirtekja er framvegis heil, men tað regnar niður í bygningin allastaðni kortini.
Kelda; Norðlýsið










