Klokkan 05.51 í morgun fekk løgreglan boð um, at ein tekja var við at ríva við Kolbeinagjógv.
Í aðrar mátar vórðu boð um leysar takplátur, bæði í Kollfjarðardali og í Havn.
Tað var longu í gjár klokkan 14.36 og umleið klokkan 17.30, at løgreglan fekk boðini um leysu takpláturnar.
Ein peli fór um koll á Velbastað í gjárkvøldið, og haðani stóðust neystar, og klokkan 03 síðstu nátt vóru eisini boð um, at lyktin í einum lyktapela miðskeiðis í Havnini var loysnað.
Løgreglan hevur annars fingið nakrar fráboðanir um leysar plattar og kassar, sum fuku umkring, og onkur pláta úr stillads í Havn feyk eisini.
Í gjárkvøldið um 22.30-tíðina loysnaði og feyk ein fjósaveggur í Hvalvík, og klokkan 02.26 vóru boð um ein skúr við kirkjugarðin á Norðoyri, sum eisini var fokin.