Tekja aftur skrødd av í Klaksvík

Klaksvíkingar fáa aftur eitt høgg í dag

 

- Hvirlurnar eru sera harðar her í kvøld, sigur vakthavandi sløkkiliðsmaður í Klaksvík.

 

 

Fyri løtu síðani fór ein tekja av húsum í Jørundsgøtu í Klaksvík.

 

 

Sløkkiliðsfólk eru farin at tryggja tilfar frá tekjuni, sum hevur fokið runt, og síðani verður hugt eftir sjálvum húsunum.

 

 

- Annars hava verið nakrir smáskaðar runt í økinum, sigur vakthavandi. 

 

Ódnirnar, sum hava herjað Føroyar um jólahøgtíðina, hava kravt millum annað tekjuna á Húsarhaldsskúlanum. Skaðarnir hjá klaksvíkingum vóru nógvir, tá ið avtornaði eftir ódnina 1. jóladag. Sum skilst er støðan ikki eins hættislig í kvøld, tó ein tekja aftrat er hokna undir trýstinum. 

 

Hendan myndin er frá videobrotið frá 1. jóladegi, sum ein lesari okkara sendi okkum tá ið harðast leikaði á.