Tekin um sjúka skipan

Vit mugu gera upp við okkum sjálvi, um sjúkrahúsverkið er ein spurningur um heilsupolitikk ella lokalpolitikk, sigur John Johannesen, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum

Vit mugu gera upp við okkum sjálvi, um sjúkrahúsverkið er ein spurningur um heilsupolitikk ella lokalpolitikk, sigur John Johannesen, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum

 

Sum fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum kennir John Johannesen væl aftur tær atfinningar móti sjúkrahúsverkinum, sum Tummas í Garði førir fram í Sosialinum mánadagin.

 

- Tað, sum gongur fyri seg nú, við ongari samskipan av virkseminum og høpisleysum dupultfunktiónum kann ikki halda fram, sigur Tummas í Garði, sum mælir til at savna alla serviðgerð á Landssjúkrahúsinum og í staðin umskipa sjúkrahúsini í Suðuroy og Klaksvík til heilsudeplar.

 

Sambært fyrrverandi læknastjóranum er tað hent meira enn einaferð, at sjúklingar eru deyðir, tí teir ikki beinanvegin eru komnir undir røttu serlæknahendur undir bráðsjúku ella eftir vanlukkutilburð.

 

Les eisini: Trygdin í vanda

 

Tað vóru júst uppáhald sum hesi, sum sambært John Johannesen sjálvum fekk seg at satsa sína politisku framtíð uppá eitt einstakt mál.

 

- Tað má snúgva seg um at fáa tað besta heilsuverkið burturúr. Sjúklingatrygdin má vera í fokus, sigur John Johannesen.

 

Sum landsstfýrismaður hevði John Johannesen ætlanir um at skipa eitt nýtt Sjúkrahús Føroya, við eini felags leiðslu, sum einsamøll skuldi hava ábyrgd av at samskipa virksemið inni á sjúkrahúsunum.

 

- Endamálið við hesum var at seta sjúklingatrygdina í fokus. Og harumframt snúi tað seg eisini um at skipa eitt heilsuverk, sum verður áhugavert at starvast í, sigur John Johannesen ídag.

 

John Johannesen setti seg í stólin sum landsstýrismaður í heilsumálum 20. februar 2011, og bara átta mánaðir seinni fall hann við einum braki á løgtingsvalinum og fór síðani heilt úr politikki.

 

Les longri samrøðu við John Johannesen í Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.

 

Les eisini: Sjúkrahús ikki góðkent til sergreinar