Tekin um panikkk í býráðslimum í Havn

Tað er gott, at býráðslimir í Havn hava eina meining um, hvussu tørvurin á ellis-og røktarheimum kann nøktast, men hetta seinasta uppskotið líkist meiri eini panikkloysn, heldur borgarstjórin

- Øll góð hugskot eru vælkomin. Men hetta sær nú meiri út sum um, at tað er eitt sindur av panikki í minnilutanum í Tórshavnar Býráði.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn veit ikki ordiliga, hvat hann skal halda um uppskotið frá minnilutanum í býráðnum um, at Tórshavnar Kommuna ognar sær fýra av íbúðarblokkunum Undir Gráasteini og ger teir til ellis- og røktarheim.

Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, vísur minnilutin á, at tað hevði borið til at útvega eini 80 ellis- og røktarheimspláss í teimum fýra blokkunum.

Heðin Mortensen fegnast um, at minnilutin í býráðnum kemur við ítøkiligum uppskotum um, hvussu ovurhonds stóri tørvurin á ellis-og røktarheimum í Tórshavnar Kommunum, kann verða nøktaður.

- Tað hava vit brúk fyri og hetta er sjálvandi eitt uppskot, sum verður tikið við í viðgerðini, sigur borgarstjórin.


Sær svart upp á tað

Men í fyrstu syftu dugir hann ikki at ímynda sær, at hetta er ein loysn, sum letur seg gera at fremja, tí hann ivast stórliga í, um tað yvirhøvur ber til at gera íbúðarblokkarnar til ellis- og røktarheim, uttan at tað fer at kosta heilt órímiliga nógv.

Tí heldur hann, at akkurát hetta uppskotið er nakað sveimandi og at tað kanska meiri er ein ábending um, at fjáltur er komin á minnilutan.

- Hetta uppskotið tykist ikki at vera serliga væl gjøgnumhugsað, heldur borgarstjórin.

Hann sigur, at tá ið vit tosa um ellis-og røktarheim hugsa við oftast um bygningar í einari hædd, ella í mesta lagi í tveimum hæddum.

Men her talan um blokkar í fýra hæddum, sum eru bygdir til íbúðir.

- Fyri tað fyrsta hava stórir trupulleikar verið við sjálvari byggingini.

- Men skulu teir brúkast til ellis- og røktarheim, merkir tað, at búfólkið skal flytast upp og niður ímillum fýra hæddir í lyft, umframt at starvsfólk skal flytast upp og niður ímillum fýra hæddir og harafturat eisini ímillum fýra blokkar.

Hann ivast eisini í um lyftir og hurðar eru nóg breiðar til tær sengurnar, sum verða brúktar í ellis- og røktarheimum.

- Og so eru tað brunakrøvini, sum eru ómetaliga strong til ellis- og røktarheim.

Heðin Mortensen sær tískil fyri sær, at tað fer at verða so dýrt at byggja blokkarnar um til ellis- og røktarheim og at lúka tey krøv, sum setast til slíkar bygningar, at nyttan ikki upp á nakran máta fer at standa mát við kostnaðin.

- Og lúka vit ikki krøvini, fáa vit heldur ikki stuðul frá landinum, hvørki til bygging ella til rakstur, leggur hann afturat.

Les eisini greinina: Íbúðarblokkar í Havn gerast til røktarheim.