TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Teit Joensen hjá KÍF, aftaná lemjandi 16-28 ósigurin hjá kollfirðingum ímóti VÍF fyrr í kvøld.
Teitur er sera sjálvkritiskur um vánaliga avrikið hjá sær og liðfeløgunum, og staðfestir, at bæði álop og verja høvdu eitt lágt støði í dystinum í Vestmanna í kvøld. Hann kendi seg eisini pínliga berørdan av, at fólk høvdu rindað atgongumerki fyri at síggja KÍF leggja eitt so vánaligt avrik fyri dagin.
Teitur finnur bert ein glotta í dystinum í kvøld, og tað eru seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki. Ein løta í dystinum, sum KÍF vann 7-3. Men Teitur slær fast, at hinir 50 minuttirnir av dystinum vóru út av lagi vánaligir hjá KÍF, og vóru hesir 50 minuttirnir taptir við 16 málum, staðfestir hann.
- Vit spældu sum eitt tekniseriulið, er harði dómurin Teitur gevur sær og liðfeløgunum.
Støðan í FTZ deildini :