Teitur: Vit máttu arbeiða hart fyri sigrinum (FM1)

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá HB og høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi seta orð á 2-0 sigurin hjá HB

Áki Debes Samuelsen skoraði fyrra málið hjá HB móti EB/Streymi

##med2##

 

Við 2-0 sigrinum á EB/Streymi vann HB sætti sigurin á rað í Betrideildini, og við 43 stigum og 14 stigum niður til fjórða plássið má vera ógvuliga nær við, at evropeiska luttøkan til komandi summar er tryggjað.

 

Samstundis datt EB/Streymur av fjórða plássinum og niður á fimta plássið.

 

HB – EB/Streymur 2-0 (1-0)

 

1-0: Áki D. Samuelsen 42.

 

2-0: Pætur J. Petersen 57.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við liðskiparan hjá HB, Teitur Matras Gestsson og við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.

 

Teitur heldur, at hann og liðfelagarnir máttu arbeiða hart fyri sigrinum móti einum EB/Streyms-liðið, ið hevur nógv at spæla fyri í kappingini um fjórða plássið.

 

Jákup Martin heldur, at leikliga avrikið var gott hjá hansara monnum, men tað iðrar hann, at tað ikki var tikið av teimum gyltu málmøguleikunum, ið fullu EB/Streymi í lut. 

 

Áki Debes Samuelsen skoraði fyrra málið hjá HB móti EB/Streymi

Samrøður við Teit Matras Gestsson og Jákup Martin Joensen um HB-EB/Streymur 2-0 (1-0)

Samrøður við Teit Matras Gestsson og Jákup Martin Joensen um HB-EB/Streymur 2-0 (1-0)