Nú hevur føroyski tónleikarin Teitur Lassen fingið eina tónleikavirðisløn í útlondum.
Tað er árliga tónleikavirðislønin hjá Rødovre Kommune og Rødovre Center í Danmark, sum verður latin føroyska sangaranum.
Sunnukvøldið var siðbundna nýggjárskonsertin í mentanarhúsinum Viften í Rødovre, og har varð virðislønin latin Teiti. Umframt heiður og viðurkenningina fylgja eisini 50.000 krónur við.
Í grundgevingini fyri at lata Teiti virðislønina verður sagt, at Teitur verður mettur sum ein komet á altjóða stjørnuhimmalinum. Hann hevur fingið sáttmála við Universal Records, hevur givið fløgu út og hevur spælt 150 konsertir higartil í ár.
Dómsnevndin sigur, at lýsingarherferðir og glansur hevur ongan áhuga hjá Teiti. Hjá honum snýr tað seg um tónleikin.
Viðurkenning
Tað eru Rødovre Kommune og Rødovre Centrum, som í felag lata Ársins Tónleikavirðisløn. Hetta er gjørt 10 ferðir áður, og millum nøvnini, sum hava fingið hesa virðisløn, eru heimsfiólspælarin Nikolaj Znaider, trompetspælarin Maja Markert og duoin Haugaard og Høirup.
Í dómsnevndini, sum ger av, hvør skal fáa virðislønina, sita Erik Larsen, borgarstjóri í Rødovre, Alex Larsen, stjóri fyri Rødovre Center, og Alex Nyborg Madsen, tónleikari og fjølmiðlamaður.
Endamálið við Rødovre Musikpris er at geva einum tónleikara ella bólki eina peningaupphædd sum viðurkenning, og virðislønin skal eisini metast sum ein eggjan til at halda fram við menningini innan tónleikin.









