Teitur við gestum í Danmark

Teitur Lassen fer næstu dagarnar at hava tvær konsertir í Danmark. Hann fer at hava serligar gestir við til konsertina, men ein føroyskur gestur noyddist at avlýsa

Teitur Lassen fer at hava tvær konsertir í Danmark næstu dagarnar. Hann hevur boðið nøkrum serligum gestum við sær á pallin, og ein teirra skuldi vera Eivør Pálsdóttir.
Á heimasíðuni hjá Teiti verður Eivør nevnd sum ein av gestunum, men hetta verður av ongum.
Eivør hevði játtað at verið við, men hon noyddist at avlýsa aftur. Eivør spælir sjónleik í Íslandi í løtuni, og seinasta sýningin verður fríggjadagin. Tí hevði tað latið seg gjørt, at Eivør spældi í Keypmannahavn leygarkvøldið.
Men nú er tað komið afturat, at sjónleikurin skal filmast leygardagin, og so verður Eivør bundin í Íslandi longur enn upprunaliga ætlað, og so noyddist hon at avlýsa konsertina við Teiti.
? Tað er sera spell, tí Eivør hevði sera fegin vilja verið við til konsertina hjá Teiti. Men tað letur seg ikki gera, sigur Sigvør Laksá, sum umboðar Eivør.
Teitur og Eivør hava verið fremstu profilarnir í føroyskum tónleiki seinnu árini, og bæði hava fingið eina yrkisleið uttanlands. Men hóast hetta hevur tað ikki verið vanligt, at tey hava staðið á palli saman, og møguleikin, sum nú var til staðar, verður tíverri av ongum hesaferð.
Fyrra konsertin hjá Teiti verður á Train í Århus hóskvøldið, og tann seinna í Stóra Vega í Keypmannahavn leygarkvøldið.
Ein strúkarakvartett fer at spæla saman við Teiti, og tað er David Mansfield, sum hevur lagt tónleikin hjá teimum til rættis.
Aðrir serligir gestir til konsertirnar verða Tobias Froberg úr Svøríki, Hush úr Danmark og Kresten Osgood, sum fer at spæla trummur til nakrar sangir í Keypmannahavn.
Umframt hesi nøvn hevur Teitur eisini tveir tónleikarar afturat sær. Teir eru føroyski Mikael Blak, sum spælir bass, og Derek Murphy, sum spælir trummur.