Teitur verið á palli

Í gjár var hann festivalgestur, í dag var hann høvuðsnavn.

 

Fyri einum stústappaðum spæliplássi hevði Teitur eina rimmar konsert í kvøld kl. 23.35. Uttan bólk stóð hann við guitara og spældi øll tey kendu hittini, sum hann hevur skrivað tey síðstu árini.

 

At Teitur hevur havt lítla fyrireikingartíð hvørki sást ella hoyrdist aftur. Hann var glaður á pallinum og útstrálaði eina positiva orku, sum smittaðist av á áhoyrarnar. Serliga tá lagið 'Louis Louis' varð spælt, var veruligt lív í áhoyrarafjøldini.

 

Uttan at siga ov nógv so var Teitur ein ógvuliga verdur avloysari, tá nú tey útlendsku høvuðsnøvnini ikki fingu komið.

 

Síggj her myndir frá konsertini hjá Teiti.