Longd leiktíð og long brotssparkskapping boðar frá stórum dramatikki, og soleiðis var tað í góðveðrinum í Klaksvík í kvøld, tá ið steypavinnararnir í HB sendu meistararnar í Klaksvík úr steypakappingini.
Stóri maðurin hjá HB var málverjin Teitur Matras Gestsson, sum bjargaði trimum brotsspørkum. HB var aftanfyri við tveimum málum í brotssparkskappingini, men tað eydnaðist teimum sum fuglurin Førniks at reisa seg.
Eisini í opnum spæli var Teitur Matras Gestsson ein brandur. KÍ hevði nógvar møguleikar, men Teitur bjargaði og var tryggur í brotsteiginum, og tá ið bólturin fór framvið HB málverjanum, so var træverkið ikki færri enn tríggjar ferðir í parti við málverjanum.
Tað hevði avgerandi týdning fyri dystargongdina, at gestirnir løgdu seg framum í tólvta minutti.
Daniel Johansen legði við frísparki úr vinstru bóltin fram í brotsteigin, har bólturin av skinnabeininum hjá KÍ málverjanum stakk út til Ása Dam, sum skoraði.
Klaksvíkingar høvdu bóltin væl meiri, men undan steðginum var tað sjáldan vandamikið. Eftir steðgin var ferðin hægri, og tað hjálpti væl, at Boris Dosljak og Jákup B. Andreasen vórðu skiftir inn fyri at fáa meiri tyngd í framrættaða spælinum í borðunum.
Patrik Johannesen rakti bæði í stólpa og tvørtræ, og HB málverjin var sannførandi, áðrenn tað eydnaðist at javna til 1-1. Tað eydnaðist, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Jóannes K. Danielsen legði innfyri úr høgru, eftir aftur og fram royndi Ole Erik Modtskogen ímóti málinum, HB málverjin refleksbjargaði,og bólturin støkk út til Patrik Johannesen, sum við høvdinum setti bóltin í tóma málið.
Løtuna eftir kendist tað bara vera spurningur um tíð, áðrenn KÍ skoraði, men so var tað tvær ferðir heilt spent støða frammanfyri KÍ málið, áðrenn Patrik Johannesen eftir uppspæl frá Ole Erik Midskogen og innlegg úr høgru frá Boris Dosljak heilfluktaði bóltin enn einaferð í tvørtræið aftanfyri HB málverjan.
So var neyðugt við longdari leiktíð. KÍ hevði bóltin meiri, og tað vóru spentar støður í HB brotsteiginum, men gestirnir megnaðu at halda tætt, og tað kendist sum um, at teir einki høvdu ímóti, at tað fór at enda við brotssparkskapping.
Soleiðis endaði tað. HB var í sekkinum, men heimamenninir megnaðu ikki at binda fyri, og so varð Teitur Matras Gestsson dagsins hetja hjá havnarmonnum, sum halda fram í kappingini og harvið hava møguleika at endurvinna steypakappingina, sum teir higartil hava vunnið 27 ferðir.
Teitur bjargaði trimum brotsspørkum, og hann skoraði eisini úr ellivu metrum.
KÍ - HB 1-1 (0-1) 5-6 eftir brotssparkskapping
0-1: Ási Dam
1-1: Patrik Johannesen
Brotssparkskapping
2-1: Jóannes K. Danielsen
2-1: Kevin Schindler í tvørtræið
2-1: Boris Dosljak Teitur Matras Gestsson bjargar
2-1: Heðin Hansen Kristian Joensen bjargar
3-1: Patrik Johannesen
3-2: Daniel Johansen
4-2: Jákup B. Andreasen
4-3: Mathias Nygaard
4-3: Jóannes Bjartalíð Teitur Matras Gestsson bjargar
4-4: Teitur Matras Gestsson
5-4: Steinbjørn Olsen
5-5: Hilmar Leon Jakobsen
5-5: Ólavur Niclasen Teitur Matras Gestsson bjargar
5-6: Dan í Soylu