Teitur Lassen er ein av fólkakærastu tónleikarunum her heima, og við vælkendum løgum sum Josephine, Havnin er ein lítil bygd og I was just thinking, var grundin løgd fyri einari hugnaligari løtu á Sandinum.
Í byrjanini var einki. So kom hornblástur, tá fólkini úr Havnar Hornorkestri, ið Teitur hevði fingið við sær til høvi, spældu eina rímiliga langa intro. Síðan var pallurin klárur til Teit, ið byrjaði við at spæla lagið We still drink the same water. Tað gjørdist beinanvegin klárt, at Teitur var í toppformi, og saman við nýggja bólkinum hjá sær, helt hann fram við eini røð av kendum løgum, ið fingu allan Sandin at vagga.
Millum sangirnar gav Teitur sær eisini stundir at skemta, tá hann millum annað viðmerkti, at orsøkin til at fólk ikki sungu harðari við, mátti vera, at tey spara røddina til Frændur, ið skuldu skipa fyri sangløtu aftaná Teitur. Hetta fall í góða jørð hjá áhoyrarunum, ið beinanvegin tóku seg saman, og sungu betur við, tað sum eftir var av framførsluni.
Havnin er ein lítil bygd
Teitur spældi eina rímiliga breiða viftu av løgum, frá friðarligu Josephine og I was just thinking til meira lívligu Louis Louis og Katherine the Waitress. Sandurin var væl við í sangunum, alla framførsluna, og tá hann proklameraði, at Havnin er ein lítil bygd, var løtan so hugnalig og gleðismikil, sum hon kann vera. Sjarmerandi maðurin á pallinum hevði enn einaferð víst, at hann dugir betur enn tey flestu at skapa ein stemning, ið gevur tær eina lætta kenslu av vælveru, tá framførslan er liðug.
Góður bólkur
Teitur hevði ein nýggjan bólk við sær á pallin, og sigast má, at hesin bólkurin riggar sera væl. Serliga trummuleikarin var framúr góður, og hóast hann ikki spældi nakað spektakulert, livdi hann seg væl inn í tónleikin, og hvørt slag gav meining. Frískligt, men tað má eisini sigast um framførsluna sum heild, at hon var eitt frískligt lot í góðveðrinum leygarkvøldið. Hugnaligasta konsertin, eg havi verið til á G! higartil.









