Teitur vann steypafinalu

OB spældi ímóti Svendborg í steypafinaluni fyri dreingjalið á Fjóni. Finalan varð spæld sunnudagin, og OB vann tryggan 5-0 sigur.

 

Teitur Matras Gestsson, sum í summar skifti frá KÍ til OB at spæla, vardi málið hjá OB í finaluni, og eftir dystin kundi hann taka ímóti sínum fyrsta gullheiðursmerki eftir skiftið til danskan fótbólt.

 

Teitur skal eisini verja málið hjá føroyska U17 landsliðnum, sum síðst í hesi vikuni fer til Portugal at spæla EM-undankapping.