Teitur vísti Brøndby aftur

- Eg var til royndarvenjing í Brøndby, FC Midtjylland og OB. Brøndby og OB bjóðaðu mær pláss, men eg valdi OB, tí eg kendi meg meira heima her í felagnum.

Tað er nú mánaðir síðan, at 16 ára gamli málverjin Teitur Gestsson skifti tilveruna í Klaksvík út við Danmark og OB. Higartil hevur gingist honum væl, og dreymurin er heilt vist at røkka longri enn bestu donsku fótbóltsdeildini.

- Dreymurin er sjálvsagt at standa seg í Superliguni. Og síðan víðari til stóru feløgini í útlandinum, sigur Teitur Gestsson við Fyens Stiftstidende.

17 ára gamli Viljormur Davidsen er eisini sáttmálabundin í OB.

 

Mynd: Jørgen Nielsen, Fyens Stiftstidende