Teitur væntar brotssparkskapping í steypafinaluni

(FM1) Hoyr samrøðu við HB-málverjan um ein friðaligan dyst í málinum, og um steypafinaluna sum nú bíðar

Aftaná HB hevði vunnið 4-0 stórsigur á Suðringum á heimavølli í dag gjørdi Tróndur Arge eina samrøðu við HB-málverjan, Teit Matras Gestsson, ið hevur staðið framúr væl í ár, og er uttan iva greitt annað val á landsliðnum aftaná Gunnar Nielsen.

 

Teitur Matras Gestsson staðfestir, at tað var ikki tað nógva at gera í málinum hjá HB í dag. Teitur fegnast um, at Adrian Justinussen kom í gongd aftur við málskjótingina aftaná ein málturk í nøkur umfør.

 

Málverjin hjá HB roynir at mana alt prát um FM-gull niður. Hann sigur, at einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt, og hann slær fast, at liðið má framvegis arbeiða hart fyri at røkka málinum.

 

Nú gleðir Teitur Matras Gestsson seg til steypafinaluna ímóti B36 komandi leygarkvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli. Teitur væntar eina javna og spennandi finalu sum endar í brotssparkskapping.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Teit Matras Gestsson aftaná dystin. 

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av teimum fýra málunum hjá HB, og samrøðan Tróndur hevði við trímálsskjúttan, Adrian Justinussen hoyrast HER

 

Samrøðan Tróndur Arge hevði við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl hoyrist HER