Teitur á vælgerandi fløgu

Teitur hevur júst gjørt eitt lag til eina vælgerandi fløgu hjá Art of Peace Foundation, sum fer at eita ?Songs for Tibet ? The Art of Peace?.

Fløgan, sum fer at verða ein dupultfløga við songum av fleiri væl umtóktum sangarum, fer m.a. eisini at innihalda sangir frá Sting, John Mayer, Moby og Damien Rice.

 

Í komandi viku verður fløgan til keyps á iTunes, men hon kann longu keypast í forsølu á amazon.com.