Teitur Lassen er kendur uttanfyri føroysku bøgarðarnar fyri sín tónleik.
Danska tónleikatíðarritið Gaffa hevur í mong ár skipað fyri Gaffaprisen, har kendastu tónleikanøvnini kunnu vinna sær heiður sum ársins navn í ymsum tónleikagreinum.
Og tá Gaffa heiðurslønir verða givnar í marsmánað í 2019, so er Teitur millum teirra, ið hevur møguleika.
Teitur er tilnevndur í tveimum greinum:
Årets danske udgivelse. Har er Teitur við, og tað er við útgávuni I Want to be Kind.
Eisini er Teitur tilnevndur í greinini Årets Danske Solist.
Gaffa heiðurslønirnar 2019 verða handaðar tann 7. mars í Odense. Til ber at atkvøða við at fara inn á www.gaffa.dk
Myndin omanfyri er tikin í kirkjuni á Tvøroyri í november 2018, tá Teitur hevði konsert har. Ein konsert, sum fyri stuttum er send í sjónvarpinum.