Teitur umboðar danskan tónleik í Berlin

Tá tann mest týdningarmikli ídnaðarfestivalurin í Evropa fer av bakkastokki í september ,verður tað við føroyskari luttøka, danski tónleika ídnaðurin hevur valt Teit at umboða seg á Popkomm.

Tónleikavinna
 
Teitur verður eitt av teimum fimm nøvnunum, ið skulu umboða danska ríkið á stóra ídnaðarfestivalinum Popkomm í Berlin í døgunum 20.-22. september í ár.  Stjórin í Norðurlandahúsinum <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Niels Halm&quot;$?$end$!$Niels Halm</st1:PersonName$?$end$!$ eigur ein stóran leiklut í luttøkuni hjá Teiti, og hann leggur ikki fingrarnar í millum, tá hann tosar um støðuna hjá Popkomm, ið hann metur vera tann mest týdningarmikla ídnaðarfestivalin í Evropa. Popkomm hevur størri handilsligt potentiali enn eitt nú Cannes, sigur <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Niels Halm&quot;$?$end$!$Niels Halm</st1:PersonName$?$end$!$ og vísir á, at meðan festivalurin i Cannes snýr seg um tey, ið eru stór í dag, so snýr Popkomm seg um bólkarnar, ið gerast stórir um nøkur ár. <BR> 
Tónleikur sum vinna
Almenna Danmark brúkar nógvan pening og orku uppá at luttaka á hesi messu. Hetta verður gjørt fyri at menna tónleik, sum útflutningsvinnu. Í fjør spældu m.o. Nephew, Carpark North og Kashmir á messuni. Í 2004 arbeiddi <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Niels Halm&quot;$?$end$!$Niels Halm</st1:PersonName$?$end$!$ sjálvur, við at samskipa danska tiltakið á messuni, so hann kennir væl til týdningin, ið henda messa hevur í tónleikaídnaðinum. Hetta hevur eisini givið honum nógv sambond, ið nú hjálpa við at fáa føroyskan tónleik fram. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Niels Halm&quot;$?$end$!$Niels Halm</st1:PersonName$?$end$!$ greiður frá, at Norðurlandahúsið hevur arbeitt miðvíst við at fáa føroyska luttøku á festivalinum alt seinasta árið. Tey hava roynt at fingið bæði Teit, Eivør og fleiri aðrar føroyskar bólkar á skránna, Men hetta eru kræsin fólk, og einans Teitur slapp gjøgnum nálareyga, sigur Niels Halm. Spurdur, um man kann tosa um einans ein føroyskan luttakara, tá danska luttøkan einans telur fimm bólkar, sigur <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Niels Halm&quot;$?$end$!$Niels Halm</st1:PersonName$?$end$!$, at vónirnar eru, at gera ein veruligan føroyskan pall á Popkomm einferð í framtíðini. Hann sigur, at hetta verður ikki, uttan so, at týsku fyrireikararnir ynskja tað, og her kann luttøkan hjá Teiti verða eitt stig á vegnum. <BR> 
Veruligur handilsskapur
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Niels Halm&quot;$?$end$!$Niels Halm</st1:PersonName$?$end$!$ sigur, at tey frá ídnaðinum, ið luttaka á festivalinum eru tey, ið veruliga hava áhuga í at vitja festivalin. Her er ikki so nógv talan um glitur og annað tílíkt hóvasták, men heldur um veruligan handilsskap innan tónleikaídnaðin. Her verða nøvnini funnin, ið ídnaðurin fer undir at satsa uppá komandi árini. <BR>Luttøkan hjá Teiti á Popkomm er seinasta úrslitið av arbeiðinum hjá Norðurlandahúsinum við at skapa áhuga fyri føroyskari mentan uttanlands, onnur dømi eru m.a. AME konsertirnar í Reykjavík og Keypmannahavn og luttøkan hjá føroyskum  bólkum á Spotfestivalinum.
 
G! Festivalurin hevur fingurin á pulsinum
G!Festivalurin hevur eftir øllum at døma framúr gott innlit í hvørji nøvn verða tey stóru í framtíðini, tí ikki færri enn trý av nøvnunum, ið umboða danska ríkið á Popkomm verða at hoyra á ársins festivali, ið fer av bakkastokkið hóskvøldið. Umframt Teitur, verða eisini Infernal og Outlandish við á Popkomm. Eisini luttaka Spleen United og Powersolo.