Teitur Lassen tolkar John Lennon-klasikkaran »Happy Christmans (War Is Over)« á nýggjari danskari jólafløgu. Og sum eina serliga jólaheilsan, hevur Teitur nú lagt sjónbandalagið til sangin út á Youtube.
Jólafløgan »Danske Hjerter ? Et Julealbum« fær góð ummæli frá eitt nú Berlingske, sum nevnir »Happy Christmans (War Is Over)« hjá Teiti sum eitt sorgblýtt hæddarpunkt á fløguni. Hinvegin heldur ummælarin hjá Gaffa ikki nógv um júst sama sangin, men gevur annars sjálvari fløguni hampilig skoðsmál.
Tú kanst gera tína egnu meting av sanginum og sjónbandalagnum, sum tú kanst síggja og hoyra HER










