Teitur til Týsklands og í jólahýr

Teitur, sum í næstum spælir fleiri konsertir í Týsklandi og Sveis, fer aftur í ár at hava eina serliga jólakonsert. Hetta ger hann í Bremen í Keypmannahavn tann 6. desember, men longu dagin eftir spælir Teitur Voxhall í Århus.

 

Bremen kallar konsertina hjá Teiti fyri serstakt jólashow, har Teitur hevur bæði bólk og gestatónleikarar aftrat sær. Áður hevur Teitur havt líknandi jólashow, har hann ein jólamaðurin var partur av tiltakinum og áhoyrararnir fingu bæði gávur og heimagjørdar skúmfidusar.

 

Men áðrenn Teitur fer í jólahýr, skal hann til Týsklands og Sveis, har hann hevur tilsamans fýra konsertir. Í døgunum 23. og 24. november spælir Teitur í Berlin og Hamburg í Týsklandi, og 26. og 27. november spælir hann í Basel og Zurich í Sveis.