Teitur til Keypmannahavnar

Teitur leggur Opera-húsið undir seg, tá hann í november kann upplivast í Keypmannahavn. Teitur er í løtuni við at enda eina tveir mánaðar langa konsertferð í Evropa, og 31. november framførir hann í Opera-húsinum í Keypmannahavn við konsertini ?Teitur: A Night at the Opera?.

Hendan konsertin er partur av komandi konsertferðini í Norðurlondum.

 

Áhoyrararnar kunnu uppliva Teitur, bólkin hjá honum, DR Underholdningsorkestret & DR Vokalensemblet, ið tilsamans gevur 25 fólk á pallinum í einari sýning, sum fyriskiparin hjá Teitur lýsir sum nakað heilt serligt.