Í novembermánaði hava føroyingar í Danmark møguleika at hoyra nýggjasta verkið hjá Teiti, Weekdays. Verkið, sum er Teitursa fyrsta roynd sum klassiskur komponistur, varð framført fyri fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum í Havn sunnukvøldið. Talan er um eitt samstarv millum Teit, Tarira, Aldubáruna og DR Pigekoret.
Tað verður 3. november, at Weekdays verður framført í Koncerthuset í DR Býnum í Keypmannahavn. Seinni í november, tann 27., fer Teitur eisini á pall í Århus hetta uttan Tarira, Aldubáruna og DR Pigekor.
Men áðrenn Teitur kemur so langt, skal hann til Hollands, har hann skal spæla fýra konsertir næstu dagarnar. Hesar vera í Den Bosch 20. oktober, Utrecht 22. oktober, Ottersum 23. oktober og Amsterdam 24. oktober.