Teitur til Danmarkar at venja

Málverjin hjá HB er farin til føroyingarfelag í Superliguni at venja

Málverjin hjá HB, Teitur M. Gestsson, er farin av landinum at royna fótbóltseydnuna. Hann skal í fyrstu atløgu venja við Halli Hansson og AC Horsens.

 

Les eisini: Teitur umhugsar framtíðina í HB

 

- Eg skal venja við AC Horsens í komandi viku. Eg tosaði við Hall Hansson og soleiðis kom tað upp í lag. Hetta er ein máti hjá mær at vísa meg fram, sigur málverjin hjá HB.

 

Hann hevur fyribils ikki gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár í Føroyum, tí hann nú ætlar sær at royna fótbóltseyduna.

 

- Eg kundi verið farin fyri tveimum árum síðani, men tá skuldi eg akkurát verða pápi. Nú føli eg,  at hetta er rætta tíðspunkti at royna á nýggjum. Sjálvandi skal tað eisini verða tað rætta fyri bæði meg og familjuna, sigur Teitur M. Gestsson, ið hevur eisini hevur fyrispurningar úr Íslandi.

 

25 ára gamli Teitur M. Gestsson hevur spælt við HB síðani 2011.