Teitur: Tað gongur ikki okkara veg fyri tíðina

(Ljóðsamrøða frá Rás2) HB-málverjin heldur ikki, at teir fáa nakrar dømingar við sær heldur

Tað gongur illa í hond hjá HB staðfestir málverjin, Teitur Matras Gestsson: - Tað gongur ikki okkara á veg fyri tíðina, og vit fáa heldur ikki nakrar dømingar við okkum, sigur ein vónbrotin Teitur Matras Gestsson í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á Rás2.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Teit Matras Gestsson aftaná 0-1 tapið hjá HB í Sarpugerði í Norðragøtu í dag.

 

Teitur Matras Gestsson slær tó fast, at moralurin hjá HB er góðar til venjingarnar, og hann heldur, at tað verður ikki drúgv tíð, so fer vánaliga gongdin hjá HB at venda.