Teitur: Tá eg ikki kann bjarga – so má eg skora brotsspark

FM1: 07 Vestur stóð fyri stóra steypaskelkinum, men tað rakk akkurát ikki til víðari luttøku

##med2##

07 Vestur hevur í kvøld framt eitt satt bragd í kappingini um Løgmanssteypið, við at spæla javnleik 1-1 móti HB í 120 minuttir. Tað rakk akkurát ikki í brotssparkskappingini, har avgerðin fall, tá 07 Vestur rakti tvørstongina.

Teitur M. Gestsson hevði ikki nógv at gera í málinum hjá HB, men hann mátti alíkavæl í netið eftir bóltinum í seinna hálvleiki, tá Ragnar Weihe skoraði til 1-1. Eftir 120 minuttir varð farið til brotssparkskapping, har HB vann 5-4.

Hoyr brotssparkskapping og samrøðu við Teit M. Gestsson við at trýsta á pílin undir myndini

Klaksvíkingurin í málinum hjá HB hevur fyrr í ár bjargað týdningarmiklum brotsspørkum, men hesa ferð bjargaði hann ikki. Hinvegin, so sokraði hann upp á brotsspark og tað var nokk, tá 07 Vestur sendi fyrstu royndina í tvørtræið.

- Tú følir teg eitt sindur vánaliga ein slíkan dyst, har hin málverjin hevur nógvar bjargingar og tú ongar hevur. Tá eg ikki kann bjarga einum brotssparki, so má eg skora upp á brotsspark, sigur Teitur M. Gestsson, ið ásannar at teir fingu ein uppsang.

- Nú haldi eg tað seinasta av FM-rúsinum er farið av okkum. Hetta er tó eisini eitt týðandi stig at taka, men vit fingu ein uppsang, sigur Teitur M. Gestsson.

HB skal nú møta NSÍ í hálvfinaluni.

Brotssparkskapping: (07 Vestur fyrst)

0-0: Pedrag Jeremic sendir bóltin í tvørtræið

0-1: Mathias Nygaard

1-1: Sølvi Egilsson

1-2: Øssur Dalbúð

2-2: Jóannis á Steig

2-3: Adrian Justinussen

3-3: Martin Tausen

3-4: Teitur Matras Gestsson

4-4: Zoran Vuovic

4-5: Daniel Johansen

##ms##

FM1: Brotssparkskapping og samrøða við Teit M. Gestsson