Føroyskir tónleikarar eru í dag at finna kring allan knøttin, men ein, ið veruliga er farin langt út um bøgarðarnar, er Teitur Lassen - eisini kendur sum Teitur.
Teitur hevur stóra lurtarafjøld uttanfyri Føroyar, men nú hann vitjar í Suðuramerika, er hann farin á óroynt lendi.
Dias Nordicos er eitt slag av norðurlendskum døgum, og Teitur fer at vitja og spæla tónleik í Peru, Argentina, Uruguay og Brasilia.
Á heimasíðuni hjá festivalinum er samrøða við Teit, har hann m.a. greiðir frá, at hann ikki hevur verið har áður, at hann als ikki veit, hvat hann skal vænta av ferðini, men at hann er fegin um at sleppa at spæla í Suðuramerika og ikki minst at hoyra tónleikin, ið har verður spældur.
Sí