Nýggja útgávan hjá Teiti fær ummælarar at finna rósurnar fram.
Í Føroyum ummælir Kinna Poulsen Teit Lassen á listaportal.com, og í Týsklandi hevur kenda tíðarritið Stern ummælt nýggju útgávuna hjá Teiti, ið nevnist I Want To Be Kind
Stern metir útgávuna einfalda, góða og rúnarbindandi.
Tað er vakra, ljósa og ódarvaða røddin hjá Teiti, sum ber útgávuna, umframt klaverundirspælið saman við restini av ljóðundirlagnum. Umframt Teit eru fáir tónleikarar við á plátuni, sum er upptikin í Reservoir Studios í New York við Thomas Bartlett á klaver og Doug Wieselman á bassklarinett, skrivar listaportal.com millum annað.
Ummælini bæði kunnu lesast her: http://www.listaportal.com/tidindi/2018/6/15/rnarbindandi-teitur-stern