EB/STREYMUR
Tað var gott lag í EB/Streyma leguni, eftir at tað fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði eydnast at skjóta mál og at vinna í Runavík.
Ein av teimum mest eyðsýndu var Teitur Joensen. Fyrr í ár hevði hann bara tríggjar ferðir fingið møguleikan millum teir fyrstu ellivu. Tað var undan summarsteðginum, tá ið hann var við móti ÍF, KÍ og Skála.
Eftir at hann leingi hevur verið avloysari, fekk hann møguleikan. Ein møguleika, sum hann upp á ein máta hevði viljað verið fyri uttan.
- Eg kom í plássið hjá Hans Paula Samuelsen, sum eg havi spælt saman við síðani barnaárini. Fyri okkum er tað stórt spell, at hann hóskvøldið breyt beinið undir venjing. Eingin kann spæla sum Hans Pauli. Men maður skal setast í mans stað. Eg fekk møguleikan, og eg eri fegin um, at tað royndist so væl hjá okkum, sigur Teitur Joensen.
Tú skoraði tvær ferðir, eina ferð legði tú upp, og tú hevðí ein annan stóran møguleika?
- Fyrra málið var innlegg, sum fekk loyvi at sigla í málið. Í hinum førunum hjálpti NSÍ verjan og málverjin væl vil. Ja, vit skuldu havt fingið eitt mál afturat. Eg var púra leysur og ætlaði at smekka til. Eg sá ikki Sorin, fyrrenn hann rópti. Tað var júst, tá ið eg skuldi skjóta, og so bleiv tað bæði skot og avlevering ella rættari hvørki. Men tíbetur bilti tað einki, tí vit vunnu sannførandi.
Og hvussu verður móti TB?
- Eg hevði verið vónbrotin, um eg ikki fekk møguleikan. TB er illa statt, so vit mugu arbeiða fyri søkini.










