Teitur spælir í Gøtu

Teitur Lassen verður við á G! Festivalinum í Gøtu í juli mánaði. Tað verður einasta konsert hjá honum í Føroyum í summar

Seinastu dagarnar hevur G! Festivalurin kunngjørt fýra útlendsk nøvn, sum skulu spæla á festivalinum í summar, men nú hava fyrireikararnir kunngjørt eitt føroyskt navn í rúgvuni.
Talan er um ein tann fremsta føroyska tónleikaran yvirhøvur, Teitur Lassen, sum seinnu árini hevur ferðast nógv við sínum tónleiki og hevur givið tónleik út hjá amerikanskum plátufelagi.
Teitur Lassen spældi á fyrsta G! Festivalinum, sum varð hildin í 2002, og hann hevur áður greitt frá, at hansara fyrsta framførsla var í Losjuni í Gøtu.
Teitur hevur ikki nógvar konsertir í Føroyum, og framførslan á G! Festivalinum verður tann einasta, sum hann kemur at hava í Føroyum í summar.