Teitur skrivar tónleik til show

Bellevue leikhúsið leggur í hesum døgum pall til framførsluna Enden er nær hjá brøðrunum Anders og Peter Lund Madsen.

Dimmalætting skrivar í gjár, at framførslan hevur eitt føroyskt íkast við, at Teitur hevur gjørt tónleikin. Teitur sigur við blaðið, at hann fekk eina sera leysa uppgávu og skuldi bara skriva vanlig Teitur løg. Hann sigur, at hann hevur valt at gjørt tónleikin rættiliga myrkan. Enden er nær verður at síggja á Bellevue fram til 5. mai. Umframt Teit hevur Bent Fabricius-Bjerre skrivað tónleik.