Teitur skal vera við í Paradise

Teitur Skoubo Juliansson úr Havn verður við í donsku útgávuni av Paradise Hotel, sum byrjar 27. februar.

 

- Eg eri ein partystartari, og tað fari eg altíð at vera. Tað er ringt at siga, hvussu nógv eg drekki, men um eg eri í veitslu, so fari eg allan vegin. Eg kann virkuliga drekka nógv shots.

 

- Tað skal ikki nógv til fyri at fáa meg. Genturnar her eru sera vakrar. Tær skulu bara spyrja, so eru tær inni. For ólukkan. Vit amast upp í hvørjum øðrum allan dagin, man verður eitt sindur kátur av tí, sigur hann.

 

Fyrsti partur verður sendur á TV3 27. februar.

 

Eitt videobrot við Teiti er á heimasíðuni hjá TV3.