Teitur Lassen hevur í ár fingið stóra heiðurin av at skula opna ?Orange Scene?, sum er størsti pallurin á Roskilde Festivalinum. Fyriskipararnir av Roskilde Festivalinum hava í ár avgjørt at almannakunngera skránna fyri festivalin.
Tey flestu vilja vera við, at mest áhugaverda kunngerðin snýr seg um, hvør ið skal opna ?Orange Scene?. Henda heiðurin hevur Teitur fingið í ár og hann fer tískil at spæla á størsta pallinum kl. 18.30 hósdagin 3. juli.
Hetta valið kom óvæntað á nógv fólk, tí seinastu árini hava tað verið ?harðari? bólkar, sum hava opna pallin. Volbeat, Magtens Korridorer, Baby Woodrose og The Tremolo Beer Gut hava sostatt verið millum stóru nøvnini, ið áður hava opna pallin.
Danska tónleikaheimasíðan gaffa.dk sigur frá, at Teitur fer at hava heili 60 fólk við sær á pall hósdagin, men hetta er tó enn ikki váttað.
Væl umtókti amerikanski rapparin Jay-Z fer at lukka ?Orange Scene? sunnudag 6. juli ? men tónleikurin heldur hóast alt fram til kl. 02 mánamorgun, tá ið Dan Deacon fer at spæla á Arena pallinum.