Saman við nýggja bólki sínum og limum úr Havnar Hornorkestri sang Teitur seg gjøgnum eina frálíka framførslu á sandinum.
Eftir at fólkini úr Havnar Hornorkestur høvdu spælt eina rímuliga langa intro, byrjaði Teitur at syngja frálíka lagið We Still Drink the Same Water. Friðarliga lagið riggaði heilt væl, og Teitur dugir at fáa minimalistiska ljóð sítt at fylla alla verðina.
Sær sjálvum líkt, fekk Teitur allan sandin at vagga við, tá hann sjarmeraði seg gjøgnum tann góða tíman, framførslan vardi. Við vælkendu løgunum, var tað ringt ikki at tralla við, tá løg sum Katherine the Waitress og Louis Louis ballaðu sandin í hugnanum, ið altíð eyðmerkir eina Teitur konsert.
Teitur var væl fyri, og skemtaði við at áhoyrararnir nokk goymdu sangrøddina til sangløtuna við Frændir, tá fólk ikki sungu nóg nógv við til løgini. Gott skemt, og fólk tóku seg saman, at syngja betur við.
Teitur endaði framførsluna við at standa púra einsamallur á pallinum og syngja vakra lagið The Singer. Ein frálíkur endi, har Teitur vísti, hví hann av mongum verður mettur at vera okkara størsti undirhaldari.










