Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína seinasti venjing undan venjingarlandsdystinum móti Gibraltar, sum verður í morgin. Tað er greitt, at Gunnar Nielsen verjir málið.
Teitur M. Gestsson hevur fingið eitt strekk í tjúkkan, sum ger at hann ikki verður við í hópinum í morgin, tá Føroyar spæla á Gibraltar. Tað er eisini líkt til, at Ári M. Jónsson má sita uttanfyri. Hann føldi okkurt í forlærinum og steðgaði við venjingini.
Eftir fleiri dagar við regni, so merktist tað á vøllunum í La Quinta í dag. Undirlagið var ikki av tí besta, men tað tóktist ikki ávirka venjingina nakað serligt. Tað eru fáar ábendingar um liðið í løtuni, men tað er ikki ósannlíkt at allar spælararnir fáa spæltíð at ferðini, sum eisini telur ein landsdyst móti Lettland týsdagin.
Tað er líkt til, at føroyska liðið fer at spæla við fýra í verjuni og tveimum á fremstu rekkju, har Hallur Hansson verður millum tveir teir fremstu á liðnum. FM1 hevur frásøgn frá dystinum.