Teitur sendur í geglið

Okkara sangfuglur málaði fyri tíð síðani Jógvan Sundstein á Berlinmúrin. Undir tekningini hevði Teitur Lassen skrivað »loysing«. Fyri hetta slapp Teitur ein túr í geglið

15. oktobur í ár var Teitur Lassen og spældi konsert í Berlin. Eftir konsertina gjørdi hann av at mála eina tekning á Berlinmúrin. Tað er onki óvanligt í, at fólk mála á múrin, og Teitur vildi eisini vera við í hesum, sum so nógv hava gjørt frammanundan honum.

Við Ekstrablaðið, sigur Teitur Lassen, at hann fekk hug at gera eitt lítið innslag, at hann hevur eina fortíð sum teknari, og tí hevði hann hug at gera eitt lítið listaverk.


Lættur at tekna

Hví Teitur valdi at tekna júst Jógvan Sundstein er ein góður spurningur, og tíverri hevur Teitur ikki verið at røkka áðrenn blaðið fór til prentingar. Men pápi Teit greiðir frá, at sonurin helst málaði hendan fráfarna politikara, tí hann er so lættur at tekna.

Harumframt er ongin loyna, at Teitur Lassen er loysingarsinnaður, og tað er helst tí hann valdi at skrivað loysing undir grafititekningina.


Slapp í brummuna

Hóast tað er sera nógv grafiti í Berlin, og Teitur ikki er kendur sum nakar búrkroppur – Hann hevur enntá verið á fløguni, songs for Tibet – varð Teitur noyddur at fara ein túr í geglið fyri sítt lítla listaverk. Týska løgreglan tók nevniliga Teit á búri, og tá datt góða lagið kanska burtur, tí tá løgdu týsku løgreglumenninir Teit í hondjørn og drógu 31 ára gamla havnardrongin við á støðina. Har var sangarin noyddur at sita í eina løtu, áðrenn hann slapp at gjalda 400 evrur fyri at sleppa útaftur.

Í samband við illgerðina greiðir Teitur frá, at løgreglan fekk hann at skriva undir eina rúgvu av tingum, umframt at hótta hann við rættarmálið og fongsulsrevsing, men at teir eftir tveimum tímum lótu hann leysan.


Málar helst ikki Sveits

Í løtuni er Teitur Lassen í Sveits, sum er ein partur av konsertferðini. Hann spældi ein konsert í nátt, og helst er tað tí, at Sosialurin ikki fær fatur á honum. Tó skilst, at Teitur noktar fyri at úttala seg, um hann fer at gera somu skreytir í Sveits, so kanska grafitikúllurin úr Havn lærdi nakað av at verða settur fastur eina løtu.

Í fyrradagin hevði Teitur konsert í Paris, og í gjár í Winthertur í Sveits. Á álmanakkanum hjá Teiti stendur onki um, nær hann kemur at vitja Føroyar aftur, men nakrar konsertir vera í Danmark næsta mánaðin.