Teitur saman við John Mayer

Teitur Lassen skal spæla á sjey konsertum saman við amerikanska John Mayer, sum er stórt navn í USA

Teitur Lassen hevur júst verið í okkara parti av heiminum og spælt á konsertum. Hetta hevur verið í sambandi við, at fløgan hjá honum ? Poetry and Aeroplanes ? er givin út í Norðurlondum.
Nú er Teitur farin aftur til USA, har nógvar framførslur eru á skránni komandi tíðina.
Sjey av hesum framførslum kunnu av álvara fara at vísa seg at verða áhugaverdar.
Orsøkin er, at Teitur skal spæla saman við John Mayer, sum er eitt stórt navn í USA, og sum eisini er singer/songwriter.
John Mayer og Teitur skulu spæla konsertir í USA og í Kanada, og hesar konsertir verða frá 31. oktober og frameftir.