Teitur í Rex fríggjakvøldið

Teitur Lassen er aftur heima á klettunum og fer á pallin í Rex fríggjakvøldið

Teitur Lassen er heima aftur á klettunum. Hann ferðast dúgliga úti í heimi við tónleiki sínum, men fríggjakvøldið er túrurin aftur komin, til at føroyingar sleppa at lurta eftir Teiti á palli.                      Teitur fer fríggjakvøldið á pallin í Rex í Havn. Teitur og guitarin fara at spæla vælkendu løgini, ið hava víst seg at standa mát úti í heimi eisini, og kanska verður okkurt nýtt og forvintisligt at hoyra frá honum, tí nú er ein løta síðani at hann stóð á føroyskum palli seinast.