Teitur í rapp/rokk útgávu

Um talan er um tekniskan feil ella hacking er ikki greitt, men tey sum vitjaðu myspace síðuna hjá Teiti fríggjakvøldið, hoyrdu ikki fagran føroyskan singer/songwriter tónleik, men rapp við Beastie Boys.

Løgini So Wat’cha Want, Brass Monkey, Check It Out og No Sleep To Brooklyn buldraðu úr telduhátalarunum, tá planet.fo vitjaði myspace.com/teitur. Men eftir eina løtu, riggaði aftur og løgini Louis Louis, Great Balls Of Fire og I Run The Carrousell vóru komin upp á pláss aftur.