Leygardagin skipaði VágaSkot fyri kapping fyri børn, har 11 skjúttar kappaðust í recurve.
Og her eydnaðist Teiti Dalsgarð at vinna, og hetta gjørdi hann eisini sannførandi. Í innleiðandi umfarinum fekk hann 540 stig, meðan Miriam Haraldsen, ið var næst á listanum, fekk 411 stig. Teitur vann eisini 6-0 í bæði fjórðings- og hálvfinaluni, áðrenn hann eisini gjørdi bart við 6-0 í finaludystinum móti Miriam.
Sunnudagin varð kappst fyri vaksin, og eisini her var Teitur bestur í recurve. Hesa ferð var talan um sera harða kapping við Anniku. Men Teitur fekk tvey stig fleiri enn Annika í innleiðandi umfarinum, og tá tey bæði hittust í finaluni, var Teitur omaná 7-1.
Schandorff vann
Í kappingini í compound varð endin, at the grand old man innan føroyska bogaskjóting, Schandorff Vang, vann kappingina.
Her hevði Jógvan Niclasen annars staðið seg best í innleiðandi umførunum, meðan Schandorfff tá gjørdist nummar fýra. Í hálvfinaluni stóð á jøvnum millum teir báðar, men í umskjótingini var Schandorff næstur miðuni á skivuni.
Í finaluni hitti Schandorff Anju Johansen, og her vann Shcandorf dystin 6-2 (28-28, 28-27, 29-29, 28-27).