Teitur róstur til skýggja fyri framførslu

Í sambandi við at Teitur hevur givið nýggju fløguna ?The Singer? út, hevur hann júst havt eina væleydnaða konsert, ið bergtók áhoyrararnar. Ein av ummælarunum frá donsku tónleikheimassíðuni Gaffa var ein av hundraðtals áhoyrarum hóskvøldið, tá Teitur m.a. framførdi sangir av nýggju fløguni. Ummælarin Mads Gammelgaard bleiv so bergtikin av framførsluni, at hann gav Teiti og bólkinum seks stjørnur fyri kvøldið.

 

Mads Gammelgaard sigur í ummælinum, at nýggju sangirinir hjá Teituri eru ótrúliga vakrir og erligir, og at Teitur hóskvøldið megnaði at framføra teir við stórari sannføring.

 

Eftir eina langa grein, har Teitur verður róstur til skýggja, endar Mads Gammelgaard við at siga, at sansurin hjá Teiti at framleiða tónleik frá hjartanum og einastandandi útstrálingini gera Teitur til ein av størstu norðurlendsku sangskrivaratalentunum í løtuni, og at hetta kann føra hann til eitt uppiborið pláss á stjørnuhimmalinum.

 

Alt ummælið kann lesast á gaffa.dk