Teitur ovast á donskum hittlista

Fløgan Stay Under The Stars hjá Teiti, liggur hesa vikuna ovast á sølulistanum hjá danska tónleikahandlinum www.imusic.dk. iMusic er ein tónleikahandil, ið liggur mitt í Århus, men sum somuleiðis rekur ein væl vitjaðan søluportal. Har tú kanst keypa alskyns tónleik og DVDir, m.a. alt tað nýggjasta innan popp og rokk.

 
Stay Under The Stars hevur fingið sera góð ummæli í Danmark, og hetta sæðst nú eisini aftur í sølutølunum. Hetta er, so vítt sum vit á planet.fo vita, fyrstu ferð at ein føroysk fløga liggur ovast á einum donskum søluhittlista. Enn er almenni danski hittlistin fyri samlaðu søluna í øllum handlum og alnetportalum ikki almannakunngjørdur fyri farnu vikuna, men spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá Teiti á honum.