Leygardagin 8. Maj framføra Teitur lassen og Tarira í Norðurlandahúsinum.
Leygardagin klokkan 19.30 byrjar framførslan hjá Teiti Lassen og Tarira í Norðurlandahúsinum.
Konsertheitið eitur >>Sing to be loved<<, ið er heitið á fløguni, sum Teitur gav út í 2008. Tarira fer millum annað at framføra tvey ekspressiv og huglagstung verk hjá amerikanska tónaskaldinum, Eric Whitacre. Kórið fer eisini saman við Teiti at synga eina nýggja útseting av lagnum, Josephine. Útsetingin er gjørd av Sunleifi Rasmussen.
Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo










