Teitur og Sanne rocka á Rosenborg

Leygarkvøldið hava føroyskir sjónvarpshyggjarar møguleika at síggja Teitur á palli saman við fleiri av størstu donsku tónleikanøvnunum

Konsert

»Rock på Rosenborg« verður av Danmarks Radio skýrt sum ein av stóru tónleikahendingunum í Danmark í ár. Talan er um eina konsert, sum skal markera 60 ára dagin hjá Red Barnet, og ágóðin av tiltakinum fer óskerdur til Rock'n Royal grunnin, sum verður umsitin av Red Barnet.
Sum navnið sigur, so skal tað sjálvandi eisini vera eitt sindur royalt, og tí fara Fríðrikur Krúnprinsur og Mary Krúnprinsessa sjálvandi at teljast millum tey 7.000 áhoyrararnar, sum væntandi fara at vera til tiltakið.

Millum tungu nøvnini
Á plakatini standa fleiri av størstu donsku tónleikanøvnunum. Sanne Salomonsen, TV-2 og Nikolaj Nørlund standa soleiðis ovarliga á listanum, men eisini føroyski Teitur, stendur skrivaður millum nøvnini, sum skulu spæla.
»Teitur fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við tí vøkru og lágmæltu fløguni, Poetry And Aeroplanes, og setti við hesum Føroyar á rockmusikalska heimskortið«
Soleiðis verður sagt í formælinum til konsertina, og tað er einki at ivast í, at hetta tiltakið kann geva Teiti enn eitt skump rætta vegin á danska marknaðinum. Ikki minst tann sannroynd, at hann við hesum verður togaður upp á stóra pallin við teimum tungu nøvnunum kann styrkja um støðu hansara.
Leikluturin hjá Teiti á konsertini verður sum gestur hjá Nikolaj Nørlund. Hesin hevði til 200 ára dagin fyri H.C. Andersen sett sær fyri at gera eina fløgu, sum tók útgangsstøði í verkunum hjá H.C. Andersen, og til at framføra hesi, hevur Nørlund so boðið fleiri nøvnum, sum hann heldur hóska seg væl til júst hesa framførsluna. Og millum hesi nøvnini er so føroyski Teitur Lassen.
Konsertin verður send beinleiðis á DR1 leygarkvøldið klokkan 18.30.