Millum nýggju nøvnini, ið eru almannakunngjørd at spæla á Roskilde Festivalinum, eru føroyski Teitur Lassen og enski bólkurin My Bloody Valentine. Eftirhondini er við at vera rættiliga langt síðan, My Bloody Valentine seinast hevur spælt saman, men nú sær út til, at teir endiliga hava funnið saman aftur ? og ein av teirra stóru konsertum verður á Roskilde Festivalinum. Tá ið teir av fyrstani tíð góvu fløguna ?Loveless? út í 1991, varð hon sera væl móttikin og teir vera ivaleyst eins væl móttiknir nú av viðhaldsfólkunum, ið hava bíðað so nógv ár eftir at hoyra teir aftur.
Afturat My Bloody Valentine og okkara egna Teitur Lassen, eru bólkarnir At the Gates, Holy Fuck og Yeasayer nú kunngjørdir at skula luttaka á heimasíðuni hjá Roskilde Festivalinum ? og hervið er altso longu lagt upp til ein sera litfagran festival.
Til ber at lesa meira um bólkarnar á heimasíðuni hjá Roskilde Festivalinum: www.roskilde-festival.dk.