Teitur og Óluva eru ársins málverjar

Greipuvinnandi málverjarnir vóru bestu málverjar í føroyskum fótbólti 2020.

Tað er greipuvinnandi málverjin hjá HB, Teitur M. Gestsson, sum er kosin ársins málverji í føroyskum mannfólkafótbólti kappingarárið 2020.

Hann var tilnevndur saman við Tórði Thomsen úr NSÍ og Kristiani Joensen úr KÍ, men venjarar og liðskiparar frá liðunum hava kosið Teit sum hin besta í ár.

28 ára gamli Teitur M. Gestsson hevur spælt 33 dystir fyri HB í ár og hevur eisini nýliga fingið sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum.

Eisini hjá kvinnunum var tað greipuvinnandi málverjin, ið fór avstað við heiðrinum sum ársins málverji, nevniliga Óluva A. Joensen hjá KÍ. Hinar báðar tilnevndu vóru Eyðgerð Mikkelsen úr HB og Anna S. Hansen úr EBS/Skála.

Óluva A. Joensen er 18 ára gomul og hevur vart KÍ-málið í tilsamans 24 dystum í ár. Eisini hon hevur fingið sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum í vetur, har tað er blivið til tríggjar dystir.

##med2##