TEITUR og Elvis í Salt

Kendir tónar og tónleikarar fara á pall í Salt í næstum.

Kendir tónar og tónleikarar fara á pall í Salt á drelnesi í næstum.

Jens og Kristel Lisberg fara 29. september á pall í Salt í Suðuroynni, har heiðurskonsert fyri Elvis Presley er á skránni.

Jens Lisberg er væl kendur sangari í Føroyum. Elvis Presley hevur altíð fylgt nógv í hansara sangi og tónleiki. Tí sigur hann, at tað hevur leingi verið eitt ynski, at skipa fyri eini konsert, har bert løg eftir Elvis verða framførd.

Kristel Lisberg hevur havt fleiri løg á føroysku tónleika tindunum og fleiri av okkum minnast kanska serliga væl hennara 2016 framførðslu á Dansk Melodi Grand Prix.

Tað eru royndir tónleikarir, sum Jens Lisberg hevur afturat sær, bæði innan country, jazz, rock og kór.

Manningin til konsertina verður:

  • Jens Lisberg, sang
  • Elspa Samuelsen, kórsang
  • Malan Hansen, kórsang
  • Torbjørn Lisberg, tangentar
  • Sámal Lindenskov, guitar
  • Ólavur Øster, guitar
  • Heini Fosaa, trummur
  • Jóhan Martin Jacobsen, bass

Teitur

Í samband við nýggju útgávuna “I Want to be Kind” fer Teitur at hava konsertir kring landið.

11 ár eru farin síðan Teitur var á konsertferð á klettunum í samband við føroysku útgávuna “Káta hornið” og hetta er fyrstu ferð at Teitur spælir á støðum so sum Maggie’s, Bygdarhúsinum í Kunoy, Tøting, Listastovuni í Miðvági og Blábarr, umframt størru konsertirnar í Løkshøll og Salt.

“I Want to be Kind” hevur fyrr í ár verið framført á útseldum konsertferðum í USA, Týsklandi og Danmark og nú ber til at hoyra løgini í Føroyum.

Konsertskráin sær soleiðis út:

Okt 4. Blábarr, Tórshavn
Okt. 5 Maggie’s, Nólsoy 
Okt. 6 Tøting, Syðrugøta
Okt. 11 Mikkeller, Tórshavn
Okt 12 Bygdarhúsið, Kunoy
Okt. 13 Listastovan, Miðvágur
Nov. 9 Salt, Drelnes
Nov. 10 Løkshøll, Runavík