Teitur: Nú fokusera vit á effodeildina

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøðurnar André Olsen gjørdi við Teit Matras Gestson og Jóhan Dávur Højgaard her

Fyri løtu síðani gjørdist tað greitt, at HB verður annað liðið í finaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Hetta gjørdist veruleiki, aftaná ein 1-0 sigur, og samlaðan 2-0 sigur á B68 í tveimum hálvfinalum.

 

Eftir dystin fekk André Olsen orðið á Jóhan Dávur Højgaard, verjuskansa hjá B68, og Teit Matras Gestson, málverja hjá HB, sum sigur, at nú fer HB at fokusera uppá effodeildina, og hann gleðir seg til oddadystin millum HB og B36 sunnudagin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar, sum André Olsen hevði við Jóhan Dávur Højgaard og Teit Gestson.