Teitur nógv eftirspurdur: Fer á konsertferð í Belgia

Í mars fer Teitur at spæla 6 konsertir uppá fimm dagar í Belgia í sambandi við "I Want to be Kind" útgávu sína

Teitur hevur úr at gera fyri tíðina og fer enn meira at gera í næsta ár í sambandi við "I Want to be Kind" útgávuna. Fyri minni enn einari viku síðani endaði konsertferðin hjá honum í Føroyum, sum kom beint aftaná eina konsertferð í USA og eina aðra í Danmark. 

 

Í februar fer hann á umfatandi konsertferð runt í Danmark, og ein konsert verður eisini í Svøríki. Haraftrat skal hann hava eina serliga konsert í London nýggjársaftan.

 

Og í dag kunngerð Teitur, at hann í mars næsta ár fer á enn eina konsertferð - hesa ferð í Belgia. Talan verður her um 6 konsertir uppá fimm dagar.

 

- Vit eru so so fegin um at kunngera dagfestingiirnar av Benelux konsertferðini, skrivar umboðsmaðurin hjá Teiti á Facebook í dag.

 

Her fer Teitur at spæla:

 

20. mars: Paradiso Noord, AMSTERDAM, Holland

21. mars: TivoliVredenburg, UTRECHT, Holland

22. mars: Grenswerk, VENLO, Holland

23. mars: N9, Eeklo, Belgia

24. mars: Secret Gig, Venue TBC (Lunchtime)

24. mars: Mezz, Breda, Holland